Konsertfelagið fær í mars forvitnisliga vitjan av operasangarum, ið nevna seg ?Det Syngende Selskab? Í hesum harkaliði er okkara egni tenorur Ernst Sondum Dalsgarð. Afturat sær hevur hann Merete Sveistrup (sopran) og Pia Schnack (mezzosopran). Vagn Sørensen er við sum klaverleikari.
Tey framføra verk úr operum, operettum og musicals. Skrá teirra er sera fjørlbroytt og hon verður sett saman júst til høvið.
Ernst er m.a. kendur frá Nýggjárskonsertini og øðrum solistuppgávum í Føroyum.
Merete Sveistrup og Pia Schnack eru báðar nógv í umbúna innan fak teirra og tær hava báðar havt týdningarmiklar leiklutir á ymsu operapallunum í Norðurlondum.
Tey fara at hava 3 konsertir í Føroyum
Hósdagin 27. mars kl. 19.30 í Menturnarhúsinum í Fuglafirði
Fríggjadagin 28. mars kl. 20.00 í Ósaskúlanum í Klaksvík
Sunnudag 30. mars kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum
Á konsertini í Klaksvík luttekur eisini kenda kvinnukórið Suð við Steinvør Fonn sum leiðara.
Endaliga skráin hjá teimum er enn ikki løgd, men verður meira at frætta um hetta sera spennandi tiltakið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo.
Konsertferðin er eitt samstarv millum Klaksvíkar Býráð, Norðurlandahúsið, Fuglafjarðar Kommunu og Konsertfelagið.