Ernst er ættaður úr Gerðinum á Nesi. Foreldrini vóru Elspa og Tummas Hansen í Gerðinum. Tey fingu tólv børn: Mette Helena (1922 +1923), Manella (1923 +1924), Hansa (1925) í Skipton í Onglandi, Mads Nesá (1926 +1981) á Nesi, Hertha Johannesen (1928) Eysturi í Líð á Nesi, Margith Joensen (1929) á Nesi, Ernst Hansen (1931), Inger Mikkelsen (1933) á Toftum, John (1936) í Havn, Emma (1937) í Reykjavík, Gerda (1939 +1943) og Dagny Weihe (1941) á Glyvrum. Gert (1943) vaks upp sum beiggi í systkinaflokkinum. Hann býr í Runavík.
Ernst fór blaðungur tíðliga til skips. Hann hevur havt góð likamsevnir og var raskur fiskimaður. Spennandi og mennandi var skeiðið eisini, tá ið Ernst var við skúlaskipinum Danmark Meðan Ernst gekk upp á skúla, búði familjan, sum tá taldi konu og tvey børn, í Havn. Ernst leyk stýrimansprógv á Føroya Sjómansskúla í 1955. Í nøkur ár sigldi hann úti sum stýriamaður við Mærsk
Hugurin til sjógvin og siglingina á heimshøvunum var stórur, men tað lagaði seg soleiðis, at lívsstarvið varð á landi.
Ernst var við til at fáa flakarvirkið Nyk til Toftir, og hann var stjóri har frá byrjanini síðst í seksti árunum og inntil felagið gavst undir kreppuni miðskeiðis í níti árunum. Ernst hevði handil í kjallaranum heima við hús, hann var reiðari, og hann hevði fleiri álitissessir innan vinnulívið. Eitt nú var hann eitt skifti formaður í Føroya Fiskasølu.
Tey seinnu árini plagdi Ernst at loysa havnarumsjónarmannin á Toftum av, hann hevði bát og róði út.
Tá ið gamla Nes sóknar kommuna í 1967 fór í søguna, gjørdust Nes, Toftir og Saltnes til Nes kommunu. Ernst, sum hevði verið kommunustýrislimur í gomlu kommununi, var fyrsti formaðurin í Nes kommunu, og í tí sessinum sat hann fram til ársenda 1976. Hesin sessurin bar aðrar uppgávur við sær. Eitt nú var Ernst nevndarlimur og formaður í nevndini fyri Kongshavnar Havn, sum kommunurnar kring Skálafjørðin mynda og fyri Skálafjarðar Sløkkilið.
Ernst hevur altíð verið trúgvur í kirkjuni og missiónshúsinum. Hann hevur í mong ár verið og er stýrisformaður í missiónshúsinum Thabor á Toftum, hann hevur verið limur og formaður í kirkjuráðnum, hann var uppi í landsfelagnum fyri Bláa kross í nógv ár, og hann var í fleiri ár ein av deknunum í Nes kirkju og Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Ernst er giftur Kate fødd Højgaard og ættað innan av Regni á Toftum. Tey búgva á Toftum, og tey eiga fimm børn: Marita Dalsgaard (1952) á Glyvrum, Tummas (1957) í Keypmannahavn, Krista Magnussen (1962) á Nesi, Eyðun (1966) í Hoyvík og Kaj Eli (1975), sum býr heima hjá foreldrunum.
Hóast heilsan hesi seinastu árini ikki hevur verið so góð, sum hon annars hevur verið, so bar tað Ernst til føðingardagin at heilsa upp á nógv fólk, sum komu á gátt hjá dóttrini úti í Forná á Nesi, har føðingardagurin varð hildin. J










