Ernst góða fráfaringaravtalu

Tað er nú komið fram, at Ernst Jacobsen hevur fingið eina sera góða avtalu um fráfaringarløn frá ALS.

Avtalan ber í sær, at fráfarandi stjórin fær løn í 14 mánaðir fram, tilsamans 1.191.975,00 krónur.

Tað er bert formaðurin í stýrinum, Alfred Petersen, sum úttalar seg í málinum, og sjálvt umboðið hjá fakfeløgunum, Ingeborg Vinther, hevur samtykt, at geva sær sjálvari munnkurv í málinnum.

Tað kann ikki sigast at vera vanligar fráfaringartreytir, at fáa løn so leingi, tó at hetta er vælkent, tá talan er um bankastjórar.

Við útvarpið hjá Kringvarpinum segði Alfred Petersen, at stýrið metti tað vera rímiligt at veita hesa fráfaringarlønina tá hugsað verður um, at Ernst Jacobsen hevur sitið sum fíggjarstjóri í fimm ár og sjey ár sum stjóri í ALS.