- Vit eru ernar um at verða fyrsta lesbiska parið, sum formliga giftast í Skotlandi. 2014 hevur verið eitt framúr ár, siga Susan og Gerri Douglas-Scott við equality-network.com, eftir at tær vórðu giftar í dag.
Í februar í ár gjørdist Skotland tað seytjanda landið at loyva samkyndum at formliga gifta seg. Til atkvøðugreiðsluna í skotska tinginum var greiður meirluti fyri uppskotinum. 105 atkvøddu nevniliga fyri, og einans 18 ímóti.
Eftir viðtøkuna varð sjøtul settur á at fullfíggja lóggávuna á økinum, og síðani gjørdist greitt, at samkynd pør kundu senda inn umsókn til giftarmál frá 16. desember at rokna. Sambært lóggávuni, skal fráboðan sendast myndugleikunum 15 dagar undan sjálvum giftarmálinum, sum merkti, at fyrstu møguligu giftarmálini koma at vera seinasta dagin í árinum - 31. desember.
Í dag - ella rættari - í gjáranátt gjørdist fyrsta formliga giftarmáli tvær kvinnur í millum eisini veruleiki í Skotlandi. Tær báar Susan og Gerri tóku eftirnavni Douglas-Scott ein minutt eftir midnátt 31. desember, og gjørdust sostatt fyrsta samkynda parið at giftast í Skotlandi.
Sambært skotsku myndugleikunum væntast 17 pør afturat Susan og Gerri at verða gift áðrenn árið er av.