Erling vil hava stóru oyruni

Champions League: Manchester City setti Bayern Munchen upp á pláss

Í kvøld vóru tvær av fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League. Stórdysturin var í Manchester, har heimaliðið, Manchester City, vann heili 3-0 á Bayern Munchen, meðan Inter Milan vann 2-0 á Benfica.

 

Manchester City – Bayern Munchen 3-0 (Rodri 27, Silva 70, Haaland 76)

 

Hetta var áleið tað ringasta lutakastið, sum Pep Guardiola og Manchester City kundu ynskja sær, men heimaliðið tók av í kvøld. Heilt stóra málið hjá felagnum er at fáa hendurnar á stóru oyrunum á Champions League steypinum og hetta kann verða árið.

 

Manchester City vann 3-0, eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum. Í fyrra hálvleiki var minni munurin leikliga, men eitt framúr vinstrabeinsskot frá spanska miðvallaranum, Rodri, var munurin.

 

Í seinna hálvleiki setti Manchester City seg á dystin. Verjan hjá Bayern Munchen tveitti fleiri ferðir bóltin vekk í uppspælinum og tjúgu minuttir fyri tíð kostaði tað. Erling Haaland legði bóltin í høvdið á lágvaksna portugisanum, Bernardo Silva, sum stútaði hann í málið.

 

Løtu seinni kundi málmaskinan Erling B. Haaland seta punktum við máli til 3-0. Hesa ferð kom uppleggið frá væl spælandi John Stones, sum stútaði bóltin upp á tvørs í brotsteiginum. Sigurin gevur ábendingar um, at Manchester City er til reiðar at vinna sær tað stóra steypið.

 

Meðan heimaliðið stríðist við søguligu avbjóðingarnar, so eru gestirnir seksfaldir vinnarar av kappingini. Týski risin hevur vunnið Champions League í 1974, 1975, 1976, 2001, 2013 og 2020. Felagið hevur tó verið í einum aldurdali og venjarin er skiftur. Nýggjur í sessinum er Thomas Tuchel, sum vann Champions League finaluna móti Manchester City við Chelsea í 2021.

 

Vinnarin av hesi uppgerðini skal møta vinnaraunum av uppgerðini millum Chelsea og Real Madrid.

 

Benfica – Inter 0-2 (Barella 51, Lukaku 82 br)

 

Bæði Benfica og Inter Milan kunnu fegnast um, at tey eru komin heilt til fjórðingsfinaluna. Umframt at annar kemur í hálvfinaluna, so er mótstøðan vinnarin av AC Milan og Napoli. Felags fyri hesi fýra er, at tey ikki blivu roknaði sum favorittar at koma í finaluna.

 

Heimaliðið hevur ferð aftaná ferð víst styrki í Champions League bólkaspælinum, men tað er meira sjálvsamt at liðið røkkur so langt. Serliga tá felagið hevur selt fleiri av sínum bestu spælarum seinasta árið og tað gjørdi kanska munin í kvøld.

 

Inter Milan vann 2-0 við málum frá Nicolo Barella og Romelu Lukaku. Fyrra málið kom eftir eitt gott innlegg, meðan tað seinna kom eftir eina VAR-døming, ið gav brotsspark. Heimaliðið var um reppið at minka um munin móti endanum, men tað endaði við 2-0 sigri til Inter Milan, sum er stórfavorittur at koma víðari.