Erling B. Haaland er júst valdur til besta spælaran í august í Premier League. Hann kom til felagið í summar frá Borussia Dortmund. Tað vóru tey, ið væntaðu at hann skuldi venja seg við lívið í Premier League, men eftir bara ein mánaða hevur hann tikið málmet og er valdur til besta spælaran.
Erling B. Haaland er tann spælarin, sum hevur skorað flest mál í sínum fyrstu dystum í Premier League. Men tað er ikki bara í Premier League, at hann ger um seg. Norska álopsessið hevur longu skorað 26 mál í bara 21 dystum í Champions League. Tað er eitt færri enn Luis Suarez kláraði í allari sínari yrkisleið.
22 ára gamli Erling B. Halland er yngsti spælarin, sum hevur skorað 20 mál í Champions League, og skjótastur at skora 25. Tað gjørdi hann upp á bara 20 dystir. Hann er eisini tann fyrsti spælarin, at skjóta níggju mál í fimm teimum fyrstu dystunum í Premier League, og tann spælarin við flest málum í august mánaði. Nevniliga níggju.
Eisini kann nevnast, at Mikel Arteta, venjari hjá Arsenal, bleiv valdur til besta venjaran í august. Premier League bólturin rullar aftur í kvøld, eftir at allir dystirinir blivu avlýstir farna vikuskiftið. Hetta vikuskiftið verða sjey av tíggju dystum spældir.
Premier League 7. umfar:
Fríggjadagin:
Aston Villa – Southampton
Nottingham Forest – Fulham
Leygardagin:
Wolverhampton – Manchester City
Brighton – Crystal Palace (Útsettur)
Newcastle – AFC Bournemouth
Tottenham – Leicester
Sunnudagin:
Brentford – Arsenal
Manchester United – Leeds United (Útsettur)
Everton – West Ham
Chelsea – Liverpool (Útsettur)
1 | Arsenal | 6 | 5 | 0 | 1 | 14:7 | 15 |
2 | Manchester City | 6 | 4 | 2 | 0 | 20:6 | 14 |
3 | Tottenham | 6 | 4 | 2 | 0 | 12:5 | 14 |
4 | Brighton | 6 | 4 | 1 | 1 | 11:5 | 13 |
5 | Manchester United | 6 | 4 | 0 | 2 | 8:8 | 12 |
6 | Chelsea | 6 | 3 | 1 | 2 | 8:9 | 10 |
7 | Liverpool | 6 | 2 | 3 | 1 | 15:6 | 9 |
8 | Brentford | 6 | 2 | 3 | 1 | 15:9 | 9 |
9 | Leeds | 6 | 2 | 2 | 2 | 10:10 | 8 |
10 | Fulham | 6 | 2 | 2 | 2 | 9:9 | 8 |
11 | Newcastle | 6 | 1 | 4 | 1 | 7:6 | 7 |
12 | Southampton | 6 | 2 | 1 | 3 | 7:10 | 7 |
13 | Bournemouth | 6 | 2 | 1 | 3 | 5:18 | 7 |
14 | Wolves | 6 | 1 | 3 | 2 | 3:4 | 6 |
15 | Crystal Palace | 6 | 1 | 3 | 2 | 7:9 | 6 |
16 | Everton | 6 | 0 | 4 | 2 | 4:6 | 4 |
17 | Aston Villa | 6 | 1 | 1 | 4 | 5:10 | 4 |
18 | West Ham | 6 | 1 | 1 | 4 | 3:8 | 4 |
19 | Nottingham Forest | 6 | 1 | 1 | 4 | 4:14 | 4 |
20 | Leicester | 6 | 0 | 1 | 5 | 8:16 | 1 |