Erling tekur øll málmet

Premier League: Erling B. Haaland er ikki til at steðga og tekur øll málmet

Allir uttan ein dystur í 5. umfari í Premier League eru spældir í vikuni. Stóra søgan er enn eina ferð norski málrevurin, Erling B. Haaland. Hann hevur nú skotið níggju mál í fimm dystum. Tað er met.

 

Manchester City vann í gjár 6-0 á Nottingham Forest. Annan dystin upp í slag skoraði Erling B. Haaland hattik. Tað er nú blivið til níggju mál í fimm dystum. Tað er eitt betri enn Sergio Aguero og Mick Quinn, sum kláraðu at skora átta mál í teirra fyrstu fimm dystum í Premier League.

 

Arsenal er framvegis oddalið í Premier League, eftir ein 2-1 sigur á Newcastle. Liverpool vann somuleiðis 2-1 á Newcastle, har vinnandi málið ikki kom fyrr enn sjey minuttir inni í yvirtíðini. Tottenham misti eitt fet í oddastríðnum við 1-1 javnleiki í London-uppgerðini móti West Ham.

 

Ein dystur verður í kvøld, tá botnliðið í deildini, Leicester City, fær vitjan av Manchester United.

 

Premier League 5. umfar:

 

Týsdagin:

 

Crystal Palace – Brentford 1-1

 

Fulham – Brighton 2-1

 

Southampton – Chelsea 2-1

 

Leeds – Everton 1-1

 

Mikudagin:

 

AFC Bournemouth – Wolverhampton 0-0

 

Arsenal – Aston Villa 2-1

 

Manchester City – Nottingham Forest 6-0

 

West Ham – Tottenham 1-1

 

Liverpool – Newcastle 2-1

 

Hósdagin:

 

Leicester – Manchester United

 

1Arsenal550013:415
2Manchester City541019:513
3Tottenham532010:411
4Brighton53116:310
5Liverpool522115:68
6Leeds52218:58
7Fulham52218:78
8Southampton52127:97
9Chelsea52126:87
10Brentford513110:76
11Newcastle51317:66
12Manchester United42024:76
13Crystal Palace51227:95
14West Ham51132:64
15Nottingham Forest51132:114
16Bournemouth51132:164
17Everton50324:63
18Wolves50322:43
19Aston Villa51044:93
20Leicester40136:101