Erling Simonsen deyður

Fríggjadagin 4. juni andaðist Erling Simonsen á Tjarnargarði, 78 ára gamal.

Erling var havnarmaður, sonur Lenu og Erik Simonsen, vanliga nevndur Erik hjá Magnus Sivardi.



Teir vóru fýra beiggjar: Marner (1921-2001), Óli (1923-1957), Oluf (1924-1993) og Erling (1932-2010).



Erling var best kendur sum tann fyrsti skúlatannlæknin í Føroyum. Eftir lokna útbúgving sum tannlækni byrjaði hann í Tórshavnar Kommunuskúla 1. august 1959.



Umframt bókina Karius og Baktus umsetti Erling eisini barnabókina Loyndarmálið.



Erling hevði stóran áhuga í umhvørvisvernd og var eitt tíðarskeið formaður í FNU (Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag). Tað var ein sensatión bæði í Danmark og í Føroyum, tá hann í 2003 læt bilin hjá sær umbyggja, soleiðis at hann kundi koyra við rapsolju sum brennievni.





Erling var góður fimleikari og gjørdi t.d. fimleik á liðnum hjá Dánjali í Hoyvík, til hann mátti gevast vegna sjúku. Hann var eisini sjónleikari og spældi við í fleiri sjónleikum hjá Havnar Sjónleikarfelag sum t.d. Havnarmyndum, sum mong minnast.



Hann rak í fleiri ár Bládýpi í Dr. Jakobsensgøtu í Havn, sum vallaraheim og hotel við íbúðum.



Hóast Erling seinnu árini var merktur av Parkinsonsjúku, vísti hann ein stríðsvilja sum fáur.



Erling giftist við Jórun, sum er ættað av oynni Øksenøja, sunnan fyri Moss í Norra. Tey møttust í Keypmannahavn í 1958. Í 1959 giftust tey í Norra og fluttu síðan til Føroyar.



Jórun og Erling fingu tvey børn: Erlendur, sum býr á Hvítanesi, og Rannvá, sum býr í Kanada. Barnabørnini eru 6 í tali.



-red