Erling var vágbingur og útbúgvin lærari. Hann var lærari í Vági í 36 ár, frá 1952 til 1988. Hann var eisini deknur í Vágs kirkju frá 1967 til 1978. Tá Føroya Lívstrygging varð stovnað í 1967, varð Erling ein av fyrstu umboðunum í Suðuroy. Tá hann gavst sum lærari í Vági, flutti familjan til Havnar at búgva.
Annars er hann best kendur fyri síni mentanarligu avrik. Hann hevur bæði týtt og skrivað fleiri bøkur. Nakað av tí hann hevur týtt hevur eisini verið lisið upp í útvarpinum.
Í 1995 gav bókadeildin hjá Føroya Lærarfelag út bókina “Mangt er millum himmal og jørð”, sum Erling skrivaði saman við Torkil Beder í Fuglafirði, sum eisini er vágbingur.
Erling hevur m.a. eisini givið út bøkurnar “Vikarbyrgi” (1990), “Laura, Immanuel og Aldan ganga burtur” (1992), “Smyrlarnir í strandfarasigling” (1995), “Tjaldrið” (1997), “Lopra – niðursetubygd og hvalastøð” (1998), “Marité” (2000), “Bjargingarroynd I” (2001), “Bjargingarroynd II” (2001) og “Loranstøðin við Eggjarnar” (2004).
Seinnu árini arbeiddi Erling á Fornminnissavninum sum vaktarmaður.
Foreldrini hjá Erling vóru Josefina, f. Thomassen, úr Vági, og Mortan Poulsen, ættaður úr Víkarbyrgi. Erling giftist við Lydiu Langgaard úr Leirvík, tey fingu børnini Bjørghild, sum býr á Argjum, og Mortan, sum býr í Hoyvík. Lydia andaðist 10. juni í 2002.










