Av tí at Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, býráðslimur, hevur søkt um farloyvi í tveir mánaðar frá býráðsarbeiðinum tekur Erling Petersen sætið í hennara stað til fundirnar í mai og juni umførum býráðsins.
Erling Petersen, sum er vara-býráðslimur í Klaksvíkar Býráði, stillaði upp fyri Fólkaflokkin til seinasta kommunuval.
Erling hevur seinastu mongu árini rikið egið bókhakdsvirki í Klaksvík og hevur viðskiftafólk bæði her, men eisini í Tórshavn, á Viðareiði og í Norðdepli. Erling situr sum næstformaður í skattakærunevndini fyri Norðoyggjar og hevur annars drúgvar royndir í nevndararbeiði, eitt nú í Norðoya Sparikassa og í nevndini í J.F.K. Erling er giftur Marjun, og eiga tey fýra børn og trý barnabørn