Erling Olsen loysti keypið av Kristnastovu

Mánadagin 27. juni doyði fyrrverandi, danski ráðharrin og politikarin, Erling Olsen, 84 ára gamal. Tað eru kanska ikki øll sum vita tað, men hann hevði ein avgerandi leiklut, tá Kristnastovu skuldi keypast á sinni, og sum siðani hevur verið karmur um andalig tiltøk og møti i danska høvuðsstaðnum.

Tá ið í Kristnastova skuldi keypast í 1979, vildi lokala grundeigarafelagið ikki góðtaka, at hús vóru keypt har á økinum, sum skuldu nýtast til hetta “kristiliga-sosiala” virksemið, ið talan var um.

Men samband fekst í lag við táverandi fólkatingsmann og prest, Johan Nielsen, sum fegin vildi hjálpa okkum við hesum máli. Og tað gjørdi hann m.a. við at seta tey í samband við táverandi bústaðarráðharran, Erling Olsen. Fleiri fundir vóru um hetta mál, bæði á Christiansborg og á Ráðhúsinum, og umsíðir loysnaði – ikki minst tí at Erling Olsen megnaði at skera ígjøgnum og rudda slóð fyri, at loyvi fekst til at nýta húsini til endamálið.

- Og gleðin var stór hjá okkum, tá hetta umsíðir kom í rættlag, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Kristnastovu. Og ikki nokk við tað:

Fyri umleið 10 árum síðani fekk Kristnastovu óvæntaða vitjan av Erling Olsen ein sunnumorgun. Morgunmøtið var um at vera av, tá Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Fiskimannafelagnum, og Erling Olsen komu inn á gólvið og vóru saman við teimum, sum samlaðust til møti, eina góða løtu.

Erling Olsen kom inn í fundarhølið, har hann skjótt fall náttúrliga inn í millum fólkið, og tey loftaðu eisini hesum høvi til at takka honum frá talarapallinum fyri kærkomnu hjálpina, sum hann veitti okkum í 1979.

- Nú Erling Olsen er farin, minnast vit henda mann við takksemi – og eru eisini takksom fyri, at Harrin lat rætta mannin vera á røttum staði, tá vit skuldu keypa nýggju Kristnastovu í 1979, verður sagt at enda.