Erling Jacobsen hevur spælt nógvar dystir við ungdómslandsliðunum, men hetta er fyrstu ferð, at hann er úttikin til A-landsliðið.
Erling er bara 20 ára gamal, nú hann fær hetta herðakalppið. Heimasíðan invegin kemur tað kortini ikki púra óvart á, at landsliðsvenjarin hevur tikið Erling út. Hann hevur spælt sum ein brandur í miðverjuni, síðani hann kom aftur til Víking í summarsteðginum. Erling er skjótur, sterkur og hevur eisini góðan bóltførleika. Einki er at ivast í, at Erling kann gera ein mun á landsliðnum.










