Erling Jacobsen hjá Víkingi fegnaðist um 3-0 sigurin hjá Víkingi á heimavølli ímóti FM-vinnarunum hjá EB/Streymi.
Hann hevði tó hug at draga málverjin hjá Víkingi, Geza Turi fram, sum eina av høvuðsorsøkunum til, at Víkingur knógvaði meistaraliðnum, tí EB/Streymur hevði nakrar risamálmøguleikar í dystinum.
Venjarin hjá EB/Streymi, Rúni Nolsøe harmast brendu málmøguleikarnar og ringu gongdina hjá EB/Streymi. Hann heldur, at skeiva gongdin veruliga byrjaði, tá EB/Streymur óuppiborið tapti ímóti ÌF á heimavølli í 2. umfari.
Undir greinini ber til at hoyra samrøðurnar, sum Tróndur Arge hevði við Erling Jacobsen og Rúna Nolsøe. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra 2-0 og 3-0 málið hjá Víkingi, har Tróndur Arge sigur frá.