Erling hevur sett enn fleiri málmet

Premier League: Erling B. Haaland er ikki til at steðga og skoraði hattrik móti Manchester United í gjár

Manchester City vann í gjár 6-3 á Manchester United. Erling B. Haaland og Phil Foden skoraðu hvør sítt hattrik. Fyri Erling B. Haaland merkir tað enn fleiri málmet.

 

Norska heimsstjørnan hevur nú skorað 17 mál í 11 dystum, harav 14 mál í átta dystum í Premier League. Tað er púra óhoyrt fyri ein nýggjan spælara í Premier League. Hann hevur skorað hattrik í trimum heimadystum upp í slag. Tað er ongantíð hend fyrr.

 

Hann hevur nú skotið trý hattrik upp á átta dystir. Næstur honum er Michael Owen, sum brúkti 48 dystir at klára tað. Erling B. Haaland er fyrsti spælarin í Premier League tíðini, sum er frá 1992, at skjóta hattrik í grannauppgerðini. Vit skulu heilt aftur til 1970, fyri at finna eitt hattrik í hesi grannauppgerðini.

 

Manchester City var á odda 4-0 í hálvleikinum, og var eitt skifti á odda 6-1. Innskifti Anthony Martial fekk tó minkað tvær ferðir, so tað endaði 6-3. Tað fekk eisini Pep Guardiola, venjara hjá Manchester City, at ilskast um smálutir í spælinum í seinna hálvleiki.

 

1Arsenal870120:821
2Manchester City862029:920
3Tottenham852119:1017
4Brighton742114:814
5Chelsea741210:1013
6Manchester Utd740311:1412
7Newcastle825112:811
8Fulham832313:1511
9Liverpool724118:910
10Brentford824215:1210
11Everton82427:710
12Leeds723210:109
13Bournemouth82336:199
14Aston Villa82246:108
15West Ham82155:97
16Southampton82158:137
17Crystal Palace71338:116
18Wolves81343:96
19Nottingham F.71156:174
20Leicester701610:221