Mikudagin 23. januar bórust deyðsboðini av Erlingi Guttesen. Hann var føddur 17. juni í 1933 og harvið 79 ára gamal, nú hann flutti foldum frá. Inntil fyri ikki so langari tíð síðani var Erling lættur og frískur sum ein unglingi, men síðani hann varð raktur av herviligari sjúku, viknaði hann skjótt, og nú hann ikki orkaði meir, var Kristvør, sum hann helt so ógvuliga nógv av, framvegis stóri stuðulin. Erling var heima, nú hann slóknaði.
Erling búði í Glostrup, men hann var havnarmaður, og hóast hann nú hevði búð í danska høvuðsstaðnum í meiri enn eina hálva øld, so kendi hann framvegis stóran tokka til heimlandið og føðistaðin. Serliga hesi seinnu árini vitjaði hann ofta aftur heim á klettarnar og í Havn. Eitt nú hevur hann í nógv ár verið heima á samfelagsmøtunum í Ebenezer, sum plaga at vera í november.
Vøggan stóð við Tinghúsvegin. Foreldrini vóru Jóhanna og Jens Christian Guttesen. Tey áttu ellivu børn, og nú Erling er farin, eru trý eftir á lívi. Tey eru Kirstin, Petur og Brynhild.
Pápin var málari, og synirnir fylgdu í faðirsins fótasporum. Óla Jógvan, Petur, Leivur og Erling fingust allir við at mála. Tann elsti, Jens, var skrivstovumaður, og tann yngsti, Gunnar, koyrdi í mong ár lastbil hjá kommununi. Maja búði á Toftum, og allar hinar systrarnar – Gunhild, Kirstin, Brynhild og Ingrid – búðu í Havn.
Ein av mongu bygdagentunum, sum leitaði sær til Havnar at læra til sjúkrasystir, var Kristvør, dóttir Súsonnu Malenu og Esberg í Nýggjustovu í Kunoy. Tað rann saman millum Kristvør og Erling, og 1. desember 1962 góvu tey hvør øðrum sítt ja á ráðhúsinum í Keypmannahavn.
Fyrstu árini búðu tey í íbúð á Eysturbrúgv, har Adam hjúnini, sum fleiri millum tey rættuliga tilkomnu munnu komast við vóru trúboðarahjún í brøðrasamkomunum í Føroyum, vóru millum grannarnar.
Kristvør og Erling fingu Kristian og Súsannu, og tey fluttu í hús í Snebærhaven í Albertslund. Kristvør arbeiddi sum sjúkrasystir á sjúkrahúsum í Keypmannahavn. Í mong ár var tað á Hvidovre, har hon hevði stóra ábyrgd og seinni í Glostrup. Erling var nógvu tey seinnu árini málari hjá SAS í Kastrup.
Gestablídni og familjualskur vóru eyðkenni fyri tey í Snebærhaven, og vit eru mong, sum minnast aftur á góðar løtur í heimi teirra.
Nú eru nøkur ár síðani, at bæði Kristvør og Erling góvust at arbeiða. Sonurin, sum er giftur føroyskari konu, og er verkfrøðingur og sjálvstøðugur vinnurekandi, flutti í húsini, tá ið Kristvør og Erling fluttu í íbúð í Glostrup. Dótturin, Súsanna, er gift við donskum manni. Hon er sjúkrasystir, men hon starvst í familjufyritøkuni, sum hon eigur saman við manninum.
Kristvør og Erling eiga fimm barnabørn, og tey hava kent tað sum forrætt, at børnini hava búð so at siga í grannalagnum, og at tey harvið hava havt møguleika at vera so nógv saman við barnabørnunum.
Tey bæði hava verið stuðlar í fríkirkjuni í Glostrup, har Kristian er ein av teimum, sum hava høvuðsábyrgd. Sum øll hini í familjuni so var Erling musikalskur, og viðhvørt sang hann solo.
Vit minnast Erling, sum ein stillføran, fyrikomandi og lættlyntan mann, sum dugdi so sera væl at síggja tað ljósa í løtuni.
Ærað veri minni um havnarmannin í útisetu Erling Guttesen.
---
Jóannes Hansen
----
Erling verður jarðaður úr Skovlunde Frikirke, Metalbuen 42 í Skovlunde, týsdagin 29. januar kl. 13.