Erling fokuserar nú uppá steypafinaluna

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Tapið ímóti B36 er beiskt fyri víkingarnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur hevði við Erling Jacobsen hjá Víkingi, aftaná 0-1 tapið hjá Víkingi ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali fyrr í kvøld.

 

Erling ásannar, at tapið er eitt stórt afturstig, og tað sær svart út hjá Víkingi at vinna gullkrónurnar í landskappingini. Hann heldur, at hann og liðfelagarnir veruliga royndu sítt besta, men tað bar ikki. Nú fokuserar Erling uppá steypafinaluna ímóti NSÍ á Tórsvølli um seks dagar, og um ikki annað, so var tætta uppgerðin ímóti B36 ein góð sparring til steypafinaluna.