Fyrr hevði man eina roykstovu, eina fína stovu, køk o.s.fr. øll rúmini høvdu ein ávísan týdning, køkurin var til mat, roykstovan til hugna, og fína stovan til fína vitjan. Í dag er vanligt at stova og køkur eru sama rúm, og at man hevur eitt multifunktionelt rúm, soleiðis at man brúkar meira tíð saman.
- Onkursvegna, hóast innrætting og virkni broytist gjøgnum tíðina, er heim og hugni ein samanhangandi eind, sigur Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur. Hugnin skapar tryggleika, og í grundini er heima eitt stað tú kennir teg tryggan, sigur hann.
- Tá ein skal forklára hvat eitt heim er, verður tað ofta sett í samband við hús, íbúðir, ella annað ítøkiligt, men tað er ofta kenslan “at kenna seg heima”, ið veruliga lýsir týdningin av orðinum, sigur Erling Fles. Eg plagi at samanberða orðið ‘heim’ við eitt fuglareiður, at heimi hjá einum fólki helst skal vera trygt, soleiðis at man kann at fara út í samfelagið, og vera sikkur. Akkurát sum ein fuglur kennir seg tryggan í reiðrinum, áðrenn hann tekur fyrsta stig at læra seg at flúgva, sigur hann.
- Menniskjan hevur tað sum hon følir tað, heim er tengt at kenslum og hugsanum um ein sjálvan, sigur Erling Fles. Um vit taka dømi um fugla reiðri aftur, um fuglurin ikki kennir seg tryggan, áðrenn hann fer úr reiðrinum, kemur fuglurin ikki at kenna tryggleika á sama hátt, sum fuglurin, ið lærdi um tryggleikan í reiðrinum, leggur hann afturat. Hetta er eisini galdandi fyri fólk, allar fatanir um heim, og kenslur í samband við heim, eru ymiskar fyri hvønn persón.
Um tú hevur eitt gott ella eitt ringt heim, hevur tað eina ávirkan á tína fatan av hvussu eitt heim er, ella skal vera. Heim er eitt lutfalsligt orð, har týdningurin av orðinum broytist frá persón til persón, tískil ber tað ikki til at seta eina ávísa frágreiðing á hvat orðið merkir fyri øll. Sostatt ber til at vísa á, at tín tilvera hevur ávirkan á hvussu títt heim sær út og følist.










