Erling bjargaði Vanløse eitt stig

Hóast Vanløse við hesum er ósigrað átta dystir á rað, so er úrslitið í kvøld ikki at meta sum nøktandi, tí á heimavølli eigur liðið at vinna á Skjold, sum liggur næstaftast, trý stig frá botnsessinum.

 

Teir báðir føroyingarnir, Páll Klettskarð og Erling Jacobsen, spældu sum vant allan dystin á tamb. Páll Klettskarð hevur ikki skorað síðstu dystirnar. Hann legði annars so øgiliga bragdliga fyri í ár og millum annað skoraði fýra venjingardystir á rað, men seinastu dystirnar hevur hann ikki fingið bóltin í netið.

Hinvegin var Erling Jacobsen beinleiðis orsøkin til, at Skjold ikki skoraði, tá hann fekk sparkað burtur á sjálvari málstrikuni, tá gott korter var farið av dystinum.

 

Javnleikur merkir, at Vanløse framvegis er at finna á áttanda plássinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.