Ståle Solbakken, norskur landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin til dystirnar móti Føroyum og Skotlandi. Føroyar møta Norra 16. novembur í Olso í einum venjingarlandsdysti.
Tí er ivasamt, um stóru stjørnurnar hjá Norra verða á vøllinum. Martin Ødegaard, sum dagliga spælir við Arsenal í Premier League, sat yvir móti Newcastle seinast. Hann er við í hópinum, men er ivasamur.
- Martin Ødegaard hevur ein trupulleika, sum ikki vil fara vekk. Vit hava okkara iva mál við honum, segði Ståle Solbakken á tíðindafundinum.
Hinvegin er møguligt, at Erling B. Haaland endiliga fær møguleikan at spæla móti Føroyum. Hann skuldi byrja inn í EM-undankappingardystinum í novembur 2019, men bleiv skaddur í upphitingini. Hann fór skaddur av vøllunum um vikuskiftið, men er tøkur.
- Tað gongur væl hjá honum og tað seinasta eg fekk at vita var, at hann kann spæla uttan avmarkingar, segði Ståle Solbakken.
Ein nýggjur spælari er við hjá Norra. Tað er 21 ára gamli David Møller Wolfe, sum spælir í hollendskum fótbólti. Hósdagin 16. november møtast Noreg og Føroyar í venjingardysti í Oslo.
Hópurin:
Málverjar: Mathias Dyngeland, Ørjan Håskjold Nyland, Egil Selvik
Verjuspælarar: Stefan Strandberg, Kristoffer Ajer, Stian Gregersen, Marcus Holmgren Pedersen, David Wolfe, Fredrik Bjørkan, Leo Skiri Østigård
Miðvallarar: Fredrik Aursnes, Patrick Berg, Sander Berge, Oscar Bobb, Antonio Nusa, Osame Sahraoui, Ola Solbakken, Kristian Thorstvedt, Hugo Vetlesen, Martin Ødegaard
Áleyparar: Erling B.Haaland, Bård Finne, Jørgen Strand Larsen, Alexander Sørloth