Erling aftur á gamlar gøtur

Champions League: Erling B. Haaland skal aftur á gamlar gøtur og lagnan hjá fleiri verður avgjørd í kvøld

Í kvøld verða hemingurin av dystunum í 5. umfari í bólkaspælinum í Champions League spældir. Erling B. Haaland er aftur í Dortmund og fleiri feløg spæla fyri lagnuni í kappingini í dag.

 

Bólkur E:

 

Tað er alt at spæla fyri í hesum bólkinum, tí øll liðini kunnu koma víðari. Chelsea kann við sigri á eysturríska FC Salzburg vinna sær pláss í endaspælinum, meðan vegurin fyri AC Milan krevur bæði ein sigur á Dinamo Zagreb, og at Chelsea greiðir sína uppgávu.

 

FC Salzburg – Chelsea (17.45)

 

Dinamo Zagreb – AC Milan (20.00)

 

1: Chelsea 7

 

2: FC Salzburg 6

 

3: AC Milan 4

 

4: Dinamo Zagreb 4

 

Bólkur F:

 

Tað er lagt upp til eina finalu á sætta og seinasta leikdegnum í hesum bólkinum. Spurningurin verður bara um hvør hevur fyrimunin, tá dysturin byrjar. Real Madrid er so gott sum víðari og Celtic er úti. Nú er dysturin millum Shakhtar Donetsk og RB Leipzig. Shakhtar kann við sigri í kvøld yvirhála týska RB Leipzig, um Real Madrid spælir upp til sítt besta.

 

Celtic – Shakhtar Donetsk (20.00)

 

RB Leipzig – Real Madrid (20.00)

 

1: Real Madrid 10

 

2: RB Leipzig 6

 

3: Shakhtar Donetsk 5

 

4: Celtic 1

 

Bólkur G:

 

Erling B. Haaland er aftur í Dortmund, har hann bleiv ein heimsstjørna upp á tvey ár. Nú er hann aftur við nýggju liðfeløgunum úr Manchester City, sum kunnu tryggjað sær fyrsta plássið við javnleiki, samstundis sum Dortmund tryggar sína víðari luttøku. Sevilla og FCK spæla um at sleppa í Europa League.

 

Sevilla – FCK (17.45)

 

Borussia Dortmund – Manchester City (20.00)

 

1: Manchester City 10

 

2: Borussia Dortmund 7

 

3: Sevilla 3

 

4: FCK 2

 

Bólkur H:

 

Størsta trýstið er á Juventus, sum enn hevur ein teoretiskan møguleika at vinna seg víðari. Juventus skal vinna á Benfica, ella verða tað PSG og Benfica, sum fara víðari til endaspælið.

 

PSG – Maccabi Haifa (20.00)

 

Benfica – Juventus (20.00)

 

1: PSG 8

 

2: Benfica 8

 

3: Juventus 3

 

4: Maccabi Haifa 3