Erlendur var ein stórur nordistur

- Erlendur var ein, ið vildi norðurlendska samstarvinum væl. Hann var ein stórur nordistur, segði Helvin Høst, tá hann leygardagin handaði Norðurlandahúsinum ein málning av hesum stríðsmanninum fyri norðurlendsk samstarv

Leygardagin fekk Norðurlandahúsið eina heldur sjáldsama gávu: Ein málning av Erlendi Patursson, sum føroyski málarin Torbjørn Olsen hevur málað.
Undir eini samkomu í Norðurlandahúsinum við hetta høvið handaði fráfarni formaðurin í stýrinum, Helvin Høst henda málningin til nýggja stjóran, Niels Halm.
Við til samkomuna vóru m.a. eisini børnini hjá Erlendur Patursson, ið andaðist í 1986. Hann stríddist sum nakar fyri at fáa Norðurlandahúsið til Føroyar, og eydnaðist tað honum eisini at síggja húsið í brúki.
Í røðu síni segði Helvin Høst, at dreymurin hjá Erlendi var eitt útbygt og tætt samstarv millum Norðurlond ? á jøvnum føti og við somu korum.
- Erlendur var ein, ið vildi norðurlendska samstarvinum væl. Eingin ivi er um tað, segði Helvin Høst.
Stýrið fyri Norðurlandahúsið var savnað saman í farnu viku, saman við tí nýggja stjóranum, Niels Halm. Her fekk stýrið eisini nýggjan formann, sum nú eitur Lars Hjalén og kemur úr Srøvíki.
Tað var í hesum sambandi at samkoman varð hildin í Norðurlandahúsinum.

Leitar eftir sínum javnlíka
Helvin Høst segði í røðu sínari, at málningar og matur hava tað til felags, at ein má bíða til tað er liðugt.
Tað var kortini ein munur, - at ein ikki altíð kundi siga við vissu, nær eitt málningaverk varð liðugt.
-Men nú er málningurin hjá Torbirni Olsen liðugur. Seinasta pensla strokið er gjørt og nú kann so stýrið í Norðurlandahúsinum handa hesa gávuna, 20 ár eftir at húsið varð tikið í nýtslu, segði hann.
Hann vísti til eina útsøgn frá kenda franska málaranum Renoir, sum segði: "Eg havi upplivað, at onkur helt at verk míni vórðu ov skjótt liðug, og at modellið átti at sitið eina løtu ella báðar tvær aftrat. Hetta er tvætl. Eg veit best sjálvur, tá mítt arbeiði er liðug ? til dømis er ein afturpartur liðugur, tá eg havi hug at kína honum!"
Fyrrverandi formaðurin í stýrinum fyri Norðurlandahúsið segði, at tað var ikki av tilvild at tey høvdu biðið júst Torbjørn Olsen um at mála henda málningin.
Hann er ein av fremstu føroysku listamonnunum, og hetta prógvaði hann ikki minst, tá hann málaði vøkru altartalvuna í Haldórsvíkar kirkju.
- Síðani má ein siga, at sum portrett-málari leitar hann eftir sínum javnlíka. Her vísur hann sjáldsom evni til innliving og at vísa eyðkennini hjá tí, sum málaður verður, segði Helvin, sum í heyst sjálvur fekk møguleika at síggja eina av framsýningunum hjá Torbirni Olsen í Keypmannahavn.


Ótroyttiligt arbeiði
Í røðu síni vísti Helvin Høst á tann týdningin, Erlendur Patursson hevði fyri samstarvið millum Norðurlond.
-Erlendur var ein stórur nordistur. Hann hevði ein stóran og livandi áhuga í norðurlendska samstarvinum. Ótroyttiliga skrivaði hann, tosaði hann og arbeiddi hann fyri at fáa eitt føroyskt Norðurlandahús ? heilt aftur frá 1971.
-Tað skuldi altso ganga 12 ár áðrenn visjónir hansara gjørdust til veruleika. Og tíbetur fekk hann eisini sæð, at tað varð liðugt, segði Helvin Høst.
Tí kundi Erlendur eisini í 1983 skriva hetta um húsið og plaseringina:
"Den pragtfulde bygning, som nu er rejst med udsigt over Færøernes gamle hovedstad med det stolte navn, som er et af de mange vidnesbyrd om det færøske folks nordiske oprindelse ? og det nordiske kulturelle og folkelige tilhørsforhold".
Helvin Høst segði eisini, at stóri áhugin hjá Erlendi fyri tí norðurlendska samstarvinum var tann sjálvsagdi mótsetningur til hansara stríð fyri føroyskum sjálvstýri.
-Hansara dreymur var eitt útbygt og tætt samstarv millum Norðurlond ? á jøvnum føti og undir somu korum.
-Serliga hetta arbeiðið, hann gjørdi innan norðurlendskt samband er orsøkin til at vit standa her í dag, meiri enn 20 ára aftaná at Norðurlandahúsið varð tikið í brúk, segði hann, áðrenn hann avdúkaði málningin.