Erland Ludvig 50

29. september fylti Erland Ludvig lærari í Havn 50 ár

Erland er vestmenningur, sonur Tullu, f. Christoffersen, úr Vestmanna, og Jarmund Ludvig, ættaður úr Vági. Erland tók prógv sum frítíðarpedagogur í 1978 og læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1982. Hann var eitt tíðarskeið lærari á Syðradali og á Argjum frá 1982-84. Síðan 1984 hevur hann verið lærari á Venjingarskúlanum.
Hann er giftur við Beintu Nattestad úr Havn, dóttir Ninnu, f. Jensen, úr Porkeri, og Asbjørn Nattestad, úr Hvalba, sum var fangavørður í Havn.
Beinta og Erland eiga tvær døtur: Elin, 28 ár, og Malan, 22 ár, sum báðar eru búsitandi í Danmark.