Erland Josephson deyður

Svenski filmsleikarin, leikstjórin og rithøvundurin Erland Josephson er deyður, 88 ára gamal. Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.

Sum filmsleikari er Erland Josephson serliga kendur fyri sínar leiklutir í fleiri filmum hjá Ingmar Bergmann so sum "Scener fra et ægteskab" frá 1972 og "Fanny og Alexander" frá 1982. Uttan fyri Norðurlond var hann millum annað eisini kendur fyri sín leiklut í filminum "Nostalghia" frá 1983.

Erland Josephsson varð í 2003 heiðraður við heiðurstekini frá Kongelige Svenske Akademi.