Erland Beder prestur í Vági

Meðan presturin á Tvøroyri hevur frí í tríggjar vikur, verður Erland Beder prestur í Vági, tí Suðuroyggin má hava minst tveir prestar, heldur bispur

Í tríggjar vikur skal Erland Beder verða prestur í Vági, og tað verður í november mánaði, at hann tekur við. Erland Beder er fyrrverandi prestur, men hevur lagt frá sær vegna aldur fyri langari tíð síðani. Hann er vágbingur, og tí skuldi ligið væl fyri hjá honum at farið til Vágs.

Petur Martin Rasmussen, sum er prestur á Tvøroyri, hevur rætt til tríggjar frívikur, og tær tekur hann í november. Hans Jacob Joensen, bispur, heldur tað ikki vera ráðiligt, at bara ein prestur er í Suðuroynni í tríggjar vikur. Hin presturin í Suðuroynni er Ólavur Rasmussen í Hvalba. Tí hevur verið neyðugt at heita á Erland Beder um at hjálpa til hesar vikurnar, og bispur sigur seg vera sera takksaman fyri, at Erland Beder hevur játtað at tikið við.

Hans Jacob Joensen sigur eisini, at tað av røttum skuldu verið tríggir prestar í Suðuroy, men enn er eingin prestur settur í Suðuroyar Sunnara Prestagjaldi.

Í summar varð starvið lýst leyst at søkja, men bara ein umsøkjari var til starvið. Tí vildi kirkjuráðið heldur søkja einaferð afturat í vón um, at fleiri fara at senda umsókn inn.

Søkt verður eftir ætlan einaferð fyrst næsta ár. Tá verða nakrir nýggir prestar lidnir við sína útbúgving, og tí eru betri útlit fyri fleiri umsøkjarum. Eingin prestur hevur verið í Vági síðan í vár, tá Elsa Funding fór frá.