Erla vinnur hvørja ferð

Aftur í dag vóru kvinnurnar úr Fuglafirði fullkomuliga suverenar

Spenningurin snýr seg ikki, um kvinnurnar úr Fuglafirði fara at vinna. Heldur er spurningurin, hvussu sannførandi sigurin hjá Erlu Kongsdóttir fer at vera.

Beinanvegin eftir startskotið sprakk Erla Kongsdóttir avstað, og tað var heilt skjótt, at fjarstøðan aftur til hinar bátarnar var ein bátslongd, og so øktist munurin tak fyri tak. Aftur í dag munaðu tøkini hjá Erlu Kongsdóttir meiri, enn tey gjørdu hjá hinum bátunum.

Tá ið Erla Kongsdóttir fór um málið, var næsti báturin meiri enn seks sekund frá málinum. Hetta var eitt sindur minni munur, enn tað var fyri einari viku síðani. Tað sigur tó einki um, hvat sannlíkið er fyri, at nakar av avbjóðarunum skal taka Erlu.

 

Aftur í dag vóru tað Ritan og Teistin, sum kappaðust um silvurkrónurnar. Fyri einari viku síðani var Teistin undan í sera tættari kapping. Í dag eydnaðist tað Rituni úr Hvannasundi/Norðdepli at vinna næstfremsta plássið – eitt lítið sekund frammanfyri tær av Argjum.

 

1Erla Kongsdóttir05:13.05  
2Ritan05:19.20  
3Teistin05:20.17  
4Drekin05:24.06  
5Sílið05:25.22  
6Ørnin05:30.03  
7Jallurin05:33.20

 

1Erla Kongsdóttir14  
2Ritan11  
3Teistin11  
4Drekin8  
5Sílið6  
6Ørnin4  
7Jallurin2