(Sarajevo): Sum fastur táttur á landsliðsferðini hava føroysku fjølmiðlarnir á leguni fingið tillutaða serstaka uppgávu. Eftir hvønn dyst skal besti føroyski spælarin kjósast, og við nátturaborðið verður so sagt, hvør av kvinnunum skal hava hendan heiðurin. Fyrsta kvøldið fall valið á yngsta spælaran í leguni, tá Erla Eliasen fekk handað dagsins útgávu av Adidas-taskuni, sum verður latin fyri hetta.