Í øllum undanfarnu kappingum í dag vóru tað somu vinnarar, sum eisini vunnu á norðoyastevnu.
Soleiðis sá tað í eina løtu út til ikki at verða, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust.
Á norðoyastevnu vann Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði. Tær vunnu eisini í dag, og tað gjørdi tær við rimmar endaspurti, tá ið tað eydnaðist teimum akkurát at vinna seg framum Sílið.
Jallurin og Sílið og Erla Kongsdóttir lógu leingi borð um borð. So datt Jallurin afturav, og tað sá út til, at tøkini hjá Sílinum betri enn tey hjá teimum umborð á Erlu Kongsdóttir. Sílið vann seg næstan eina hálva bátslongd undan Erlu Kongsdóttir, men so var tað, at tær umborð á Erlu Kongsdóttir vístu viljan og treisknið, sum skal til fyri at vinna, og tað eydnaðist.
Báðir bátarnir á Argjum vóru aftanfyri teir tríggjar omanfyri nevndu.
1 Erla Kongsdóttir 05.30.47
2 Sílið 05.32.00
3 Jallurin 05.37.05
4 Teistin 05.43.21
5 Blikur 05.58.17