Erla á tryggari FM kós

Tað skal ganga teimum ógvuliga illa á Ólasøku, um genturnar umborð á Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði ikki skulu vinna FM kappingina.

Aftur í dag vunnu tær sannførandi sigur, og tað styrkti um teirra støðu í kappingini um FM, at tað í dag ikki eydnaðist Hvassa úr Sundalagnum at vinna seg fram á næstfremsta plássið.

Fípan Fagra úr Klksvík hevur fleiri ferðir fyrr í summar verið framvið á fyrra partinum av teininum, men so eru tær dragnaðar. Í dag stemmaði tað væl hjá teimum úr Klaksvík, sum endaðu á øðrum plássi, og munurin var ikki størri enn so, enn at tær umborð á Fípuni kunnu droyma um sigurin á Ólavsøku. Men Erla Kongsdóttir verður ring at taka!

Frá Hvassa á triðja plássi og aftur til hinar bátarnar var munurin tað mesta av einari bátslongd.

 

1 Erla Kongsdóttir 05:20.19

2 Fípan Fagra 05:21.21

3 Hvassi 05:23.21

4 Tjaldrið 05:25.23

5 Sílið 05:26.08

6 Blikur 05:27.12

7 Ørnin 05:29.08

8 Royndin Fríða 05:39.03

9 Pílur 05:40.22

 

Støðan

1 Erla Kongsdóttir 40

2 Hvassi 37

3 Blikur 26

4 Sílið 20

5 Tjaldrið 18

6 Fípan Fagra 16

7 Ørnin 6

8 Royndin Fríða 5

9 Pílur 0