Tað varð nógv meiri spennandi, tá ið 5-mannaførini við kvinnum kappaðust á ólavsøku, enn úrslitini fyrr í summar løgdu upp til.
Erla Kongsdóttir vann aftur í dag og hevur harvið vunnið FM við fullum stigatali.
Men talan var um stórt drama, áðrenn Erla Kongsdóttir vann seg eftir ikki serliga sannførandi startin.
Tað tóktist sum tær á grøna bátinum høvdu ilt við at finna rætta lagið uttanfyri Molan, har tað er eitt sindur óslætt.
Jallurin smekkaði til og togaði seg meiri enn eina bátslongd framum favorittarnar, sum hesa løtuna eisini høvdu ilt við at halda Sílið aftanfyri seg.
Framvið Molanum broyttist myndin fullkomuliga. Erla Kongsdóttir vann seg á rætta lagið, tøkini munaðu øgiliga væl, og heilt skjótt fleyg Erla framvið Jallinum.
Munurin varð tó ongantíð so stórur, at spenningurin hvarv. Jallurin helt tørn, og á málinum var hann bara skutin aftanfyri vinnaran á ólavsøku og føroyameistaran Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði.
1 Erla Kongsdóttir 5.06.01
2 Jallurin 5.07.00
3 Sílið 5.10.35
4 Teistin
5 Blikur
FM
1 Erla Kongsdóttir 49










