Tað eru tær báðar, Erla Weihe Johannesen og Etly N. Højgaard, sum taka sær av at samskipa mentanarvikuna í Runavíkarøkinum í ár. Hetta er ikki nøkur lítil uppgáva, nú mentanarvikan í ár verður hildin fyri tíggjundu ferð.
VRG, Virkisráðgevingin í Saltangará, stendur aftan fyri bæði vinnuliga og mentanarliga partin av tiltakinum, sum nú stundar til, og tað er í hølunum hjá VRG, at samskipingin fer fram.
Tað er soleiðis, at bæði vinnustevnan og ráðstevnan FaroExpo verða ávikavist í Bylgjuni og Løkshøll um eina góða viku, og øll árini hevur ein mentanarvika verið knýtt at hesum tiltaki.
At hetta er tíggjundu ferð, at mentanarvika verður reist á føtur, sæst eisini aftur í skránni, sum er rættiliga rúgvusmikil, fjølbroytt og forvitnislig - bæði fyri børn, ung, vaksin og eldri.
in.fo hevur vitjað í Runavíkarøkinum í dag, og vit fara sum dagarnir ganga at venda aftur til fleiri av tiltøkunum, sum eru á skránni hesaferð.










