Erla lyftir arvin

Kvinnurnar á Erlu Kongsdóttir vunnu í dag annað settið av gullkrónum til Fuglafirðar

Fyrr í dag vann Rádni kappingina millum 6-mannaførini við kvinnum, og nú hevur Erla Kongsdóttir vunnið kappingina millum 5-mannaførini við kvinnum.

 

Teistin av Argjum vann á norðoyastevnu, og Teistin var eisini í kvøld væl við. Leingi stóð kappingini millum tær av Argjum og Fípuna Føgru úr Klaksvík, sum eina løtu var fremst.

 

So var tað, at Erla Kongsdóttir fór at bjóða av, og tað hilnaðist avbera væl. Fípan Fagra dragnaði eitt sindur, og so stóð kappingin millum Erlu Kongsdóttir og Teistan. Ta kappingina vann Erla Kongsdóttir, sum var meiri enn eina hálva bátslongd frammanfyri Teistan.

 

Í fjør vann Erla Kongsdóttir allar róðrarnar. Manningin, sum vann í fjør, er nú umborð á Rádna. Tær vunnu í Klaksvík og aftur í dag, og nú vann Erla Kongsdóttir við mest sum nýggjari manning.

 

 

Erla 5.18.07

Teistin 5.20.03

Fípan Fagra