Erla Kongsdóttir setti met

Erla Kongsdóttir tók Skálafjarðarmetið frá Havfrúnni

Eingin tekur møðgurnar á Kongsdóttrini. Eingin kappróðrarbátur er so sannførandi bestur, sum Erla Kongsdóttir við kvinnum er tað í løtuni. Á norðoyastevnu vunnu tær við 10 sekundur og á Sundalagsstevnuni vunnu tær við 12 sekundum.

 

Á Eystanstevnu var munurin minni, men fuglafjarðarkvinnur vunnu allíkavæl trygt og settu nýtt Skálafjarðarmet.

 

Erla Kongsdóttir legði seg skjótt hálvan skut framm um Havfrúnna, sum so var hálva bátslongd framman fyri Teistan og Blik. Ein slakur skutur var á muni leingi millum teir báðar fremstu bátarnar og Erla Kongsdóttir og Havfrúgvin fóru frá Teistanum og Bliki.

 

Tá bátarnir nærkaðust Høgabóli fóru kreftirnar at ganga undan Havfrúnni og Erla Kongsdóttir legði seg góða bátslongd á odda.

 

Erla Kongsdóttir vann at enda við tíðini 05:17.05, Havfrúgvin varð nummar tvey við tíðini 05:21.07, Teistin nummar trý við tíðini 05:29.20 og Blikur nummar fýra við tíðini 05:35.24.