Erla Kongsdóttir er nú aftur farin í regluliga rutusigling upp á Kalsoynna. Sam, er farin á beding og Erla Kongsdóttir varð at sigla fyri hann. Men í morgun mátti hon takast úr sigling av einum tekniskum breki. Tað vóru trupulleikar at løða battaríið og tað brekið er umvælt í morgun.
Arbeiðið er liðugt og sostatt fer Erla Kongsdóttir aftur í sigling nú seinnapartin, tá ið hon so siglur eftir ferðaætlanini, sigur Strandferðslan.