Erla Kongsdóttir vardi borg

5-mannafør kvinnur: Kappingin var hørð við Blik av Argjum

Fimm av seks teimum undanfarnu árunum var tað Erla Kongsdóttir, sum vann FM í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum.

Í Vikuskiftissosialinum varð sagt, at tað er nýggj manning, sum nú skal verja FM heitið hjá teimum í Fuglafirði, tí tær flestu av teimum, sum hava róð, eru ikki tøkar í ár.

Merkisvert er tað, at tað er bara stýrimaðurin, sum býr í Fuglafirði. Allar hinar eru úr grannabygdunum.

Í dag eydnaðist tað nýggju manningini á Erlu Kongsdóttir at vinna á norðoyastevnu.

Erla Kongsdóttir var í spennandi kapping við Blik av Argjum og við Heyk úr Hósvík. At enda vóru tað Blikur og Erla Kongsdóttir, sum fram ímóti málstrikuni kappaðust um at vinna, og tað var Erla Kongsdóttir, sum einn einaferð vann á norðoyastevnu.

 

1 Erla Kongsdóttir            05.28.28

2 Blikur                               05.29.26

3 Heykur                             05.35.04

4 Falkur                               05.40.18

5 Báran                               05.49.49

6 Junkarin                           05.50.40

7 Spógvin                           05.52.20

8 Teistin                              05.52.22