Erla Kongsdóttir var favorittur fyri viku síðani, men tað eydnaðist ikki kvinnubátinum úr Fuglafirði at vinna í Hvalvík.
Í dag var eingin ivi. Erla Kongsdóttir vant burtur úr kappingarneytunum, og á málinum var munurin aftur til Drekan tvær bátslongdir. Drekin var í stórari kapping við Firvald og Blik um næstfremsta plássið.
1 Erla Kongsdóttir 05:24.00
2 Drekin 05:30.07
3 Firvaldur 05:31.23
4 Blikur 05:32.21
5 Havfrúgvin 05:44.12
Støðan
1 Erla Kongsdóttir 20
2 Drekin 19
3 Firvaldur 14
4 Blikur 13
5 Havfrúgvin 9










