Erla Kongsdóttir skal á nólsoyarleiðina

Byrjar at sigla til Nólsoyar mánadagin

Erla Kongsdóttir fer nú at røkja leiðina um Nólsoyarfjørð.

Tað boða Strandfaraskip landsins frá í dag.

Av tí at Ritan fer á beding týsdagin, verður Jósup settur inn at sigla millum Hvannasund, Fugloy og Svínoy, og tí skal Erla Kongsdóttir inn at reka nólsoyarleiðina.

Rampurnar, sum skulu gerast í Havn og í Nólsoy, soleiðis at Erla Kongsdóttir fær skipsrampuna niður at bryggjuni, eru kortini ikki gjørdar enn, og tí verður Erla Kongsdóttir noydd at leggja at við skipssíðuni, til rampurnar eru lidnar.

Tórshavnar kommuna hevur játtað 630.000 krónur at gera rampurnar fyri, og sambært ætlanini hjá Tórshavnar kommunu skulu rampurnar vera lidnar áðrenn 20. desember.