Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði tryggjaði sær í dag FM heitið á vestanstevnu í Sandavági. 5-mannafarið í Fuglafirði vann eisini FM í fjør.
Fram ímóti málinum var als eingin ivi. Erla Kongsdóttir var tvær bátslongdir undan næsta avbjóðaranum, sum aftur í dag var Ritan úr Hvannasundi/Norðdepli.
Erla Kongsdóttir er heilt suverenur FM vinnari við fullum stigatali – 42 stig. Kappingin um sivlurplássið verður ikki avgjørd fyrrenn á ólavsøku. Undan síðsta róðrinum hava bæði Ritan og Teistin, sum í dag tapti kappingina um næstfremsta plássið so rudduliga, 33 stig.
| 1 | Erla Kongsdóttir | 05:22.06 | ||
| 2 | Ritan | 05:27.15 | ||
| 3 | Teistin | 05:32.01 | ||
| 4 | Ørnin | 05:39.14 | ||
| 5 | Drekin | 05:42.16 |









