Erla hevði uppvísing á varmakeldu

5-mannafør kvinnur: Havfrúgvin vann kappingina um næstfremsta plássið

Sjógvurin er sum ein sveiti í Fuglafirði, har tað í dag er varmakeldustevna.

Stoltleikin hjá fulgfirðingum í kappróðri er Erla Kongsdóttir við kvinnum, sum undan varmakeldu hevði vunnið tríggjar sannførandi sigrar.

Heldur ikki í dag var nakar slingur í valsinum hjá Erlu Kongsdóttir. Í startspurtinum hevði Havfrúgvin úr Vestmanna hug at bjóða av í kappingini um fremsta plássið, men tað var bara á fáum metrum.

So legði Erla Kongsdóttir seg framum, grøni báturin økti støðugt um leiðsluna, og á málinum var Erla meiri enn átta sekund undan teimum báðu næstu.

Tað var stór kapping um næstfremsta plássið. Ta kappingina vann Havfrúgvin úr Vestmanna ímóti Teistanum á Argjum.

 

1 Erla Kongsdóttir 5.23.17

2 Havfúgvin 5.31.35

3 Teistin 5.32.44

4 Svanur

5 Junkarin