Erla flýgur fyri seg sjálva

Genturnar í 5-mannafarinum Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði eru mest sannførandi kappróðrarmanningin yvirhøvur í ár.

 

Tað vístu tær aftur í dag, tá tað varð kappast á jóansøku á Trongisvági. Erla Kongsdóttir var fremst, tá ið startspurturin var av, og Erla Kongsdóttir var so nógv fremst, tá ið bátarnir fóru um málið.

 

Talan var ikki um nakra kapping um fremsta plássið. Fjarstøðan aftur til næstu bátarnar var hesa ferð størri, enn hon hevur verið í hinum kappingum í ár.

Ørnin úr Sandavági var leingi næstfremst, men fram ímóti málinum vísti tað seg, at genturnar á Jallinum vóru tær drúgvaru og tryggjaðu sær silvurmerkini.

 

1 Erla Kongsdóttir 05:22.24

2 Jallurin 05:36.23

3 Ørnin 05:38.14

4 Blikur 05:39.11

5 Sílið 05:41.05

6 Firvaldur 05:49.18

7 Spógvin 05:59.20

 

Støðan

1 Erla Kongsdóttir 28

2 Blikur 19

3 Sílið 18

4 Ørnin 17

5 Jallurin 15

6 Spógvin 7

7 Firvaldur 4

8 Tjaldrið 2

9 Tambar 1