Undan ólavsøku eru tað bara tvey stig millum Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði og Teistan av Argjum. Tað er einki at tosa um, men tað skal venda heilt nógv øðrvísi ólavsøkuaftan, enn tað gjørdi í Vestmanna í dag, um tað ikki verður Erla Kongsdóttir úr Fugalfirði, sum fer at endurvinna FM heitið.
Aftur í dag vóru tað Erla Kongsdóttir og Teistin av Argjum, sum kappaðust um fremsta plássið.
Fyri einari viku síðani eydnaðist tað Teistanum at vinna fyri fyrstu ferð síðani á norðoyastevnu. Tá var bara eitt stig millum tveir teir fremstu bátarnar, og tá varð tað óvæntaður spenningur um, hvør av hesum báðum fór at vinna FM. Talan var um óvæntaðan spenning, tí Erla Kongsdóttir var so suverenur vinnari í Hvalvík, á Skálafjørðinum og í Vági.
Í dag var einki at rafla um. Hóast Teistin royndi at hanga í tað mesta av startspurtinum, so var tað so skjótt, at Erla Kongsdóttir stakk seg framum allar hinir, eina góða løtu var tað ikki leyst aftur til Teistan, men so glapp, og fram ímóti málinum var avrikið hjá Erlu Kongsdóttir sera sannførandi.
Tá ið skotið brast fyri Erlu, vóru tað tvær bátslongdir aftur til Teistan, sum fekk ordiliga kapping um silvurplássið frá Teklu.
1 Erla Kongsdóttir 05.34.13
2 Teistin 05.40.16
3 Tekla 05.41.15
4 Fípan Fagra 05.47.19
5 Drekin 05.51.13
Støðan
1 Erla Kongsdóttir 40
2 Teistin 38
3 Fípan Fagra 28
4 Tekla 22
5 Frúgvin 13
6 Drekin 13
7 Blikur 4










