Fyri viku síðani vunnu báðir kvinnubátarnir úr Fuglafirði. Í Hvalvík vann Rádni fyri aðru ferð róðurin millum 6-mannafør við kvinnum, og Erla Kongsdóttir vann fyri fyrstu fyrstu ferð í ár kappingina millum 5-mannafør við kvinnum. Ta kappingina vann Teistin av Argjum á norðoyastevnu, tá ið Erla Kongsdóttir var nummar tvey.
Í dag hava kvinnurnar úr Fuglafirði vunnið bæði kappingina millum 6-mannaførini og 5-mannaførini.
Teistin av Argjum var fremstur í startinum, tá ið Fípan Fagra eisini var væl við.
Erla Kongsdóttir var á triðja plássi í eina løtu, men smátt um smátt hilnaðist tøkini hjá teimum úr Fuglafirði alt betri, og so við og við bjóðaði Erla Kongsdóttir av.
Tað vignaðist alt betri hjá Erlu Kongsdóttir, sum á málinum var eina bátslongd undan Teistanum.
Kappingin um triðja plássið stóð millum tveir bátar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Ta kappingina vann Fípan Fagra á Teklu.
1 Erla Kongsdóttir 05:29:21
2 Teistin 05:31:17
3 Fípan Fagra 05:37:22
4 Tekla 05:40:10
5 Frúgvin 05:45:03 Gult kort
6 Drekin 05:45:18
7 Blikur 05:57:21