Føroyski landsliðsmálverjin, Erla Eliasen, sum í summar skifti til TST í donsku 1. deild, noyðist nú at halda ein steðg við hondbóltinum. Á heimasíðuni hjá TST upplýsir felagið, at Erla hevur brotið eitt bein í fótinum, og at hon tí verður úti í nakrar vikur. Á heimasíðuni ber felagið annars stórt rós til Erlu, sum veruliga tykist hava gjørt vart við seg fyrstu tíðina í TST, har hon veruliga hevur bitið seg fasta í hópin.