Erkvisið av Eik at draga Astrup í rættin

- Tað er erkvisið av Eik, at draga Astrup í rættin fyri hatta málið, sigur Henrik Bjerre Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti.

Málið er avgreitt og vit gera ikki meira við tað. 

 


Tað sigur Henrk Bjerre Nielsen, stjóri í Fíggjarligum støðufesti, um tað nógv umrødda skattamálið hjá Eik. 

 

Fyri danska stjóran er veruleikin so, at Taks nú hevur sagt, at Eik ikki kann fáa nakran frádrátt og tí er ikki nakað mál at koma eftir longur hjá Fíggjarligum Støðufesti. 

 

Tað var annars júst Fìggjarligt Støðufesti, sum sendi eitt skriv til Fíggjarmálaráðið, tá ið skattamálið varð í hæddini innanhýsis í Eik banka um ársskifti 2015 – 2016. Tá vóru boðini, at Fíggjarmálaráðið átti at blanda seg upp í málið so, at Taks tók málið um tær 90 milliónirnar í skattafrádrátti upp aftur til nýggja viðgerð.

 

Hóast skattligi spurningurin verður sæddur sum avgreiddur frá Fíggjarligum Støðufesti, so er rættarligi spurningurin tó ikki avgreiddur enn. Tí Jørn Astrup Hansen, sum var stjóri og nevdnarlimur í Eik banka vegna Fíggjarligt Støðufesti, skal í næstum í rættin fyri  ærumeiðing, sum Eik hevur stevnt hann fyri 

 

- Tað er erkvisið av Eik, at draga Astrup í rættin fyri hatta málið, sigur Henrik Bjerre Nielsen í stuttari viðmerking. 

 

Tað er tó nógv, sum bendir á, at Eik sleppur stevningini móti Jørn Astrup Hensen, tí Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik sigur, at finna Jørn Astrup Hansen og Eik eina semju í málinum, so er ikki neyðugt at fara víðari við málinum.