Eriksson skal keypa stórt

Sven-Gøran Eriksson fær eitt stórt kekkhefti at ráða yvir í Manchester City, ið hevur stórar ætlanir við sínum liði. Ein av spælarunum í hópinum er føroyingurin Christian Restorff Mouritesen, men hann kann rokna við stórari kapping um plássini í 1. liðshópinum. Umboðsmaðurin Jerome Anderson sigur, at Eriksson kann draga kendar spælarar til City, og tað er ikki spurningurin, um nakar stórspælari kemur til felagið, men heldur nær onkur kemur.