Eriksson rósar Schmeichel

Ungi Kasper Schmeichel stendur seg í hesum døgum væl í enska felagnum Manchester City, har hann nakað óvæntað hevur fingið kjansin á besta liðnum. Leygardagin bjargaði hann millum annað brotsspark í dysti ímóti Arsenal. Venjarin hjá Manchester City, Sven-Gøran Eriksson, rósar Schmeichel fyri avrikini.

- Hann er ikki av størstu málmonnum, men hann er djarvur, sigur Eriksson um unga danan.