Eriksson hevur funnið liðið

Enski landsliðsvenjarin í fótbólti, Sven Gøran Eriksson, veit longu nú, hvør byrjar á vøllinum í fyrsta dystinum hjá Onglandi í HM-endaspælinum í Týsklandi. Dysturin verður ímóti Paraguay.
- Um allir spælararnir verða frískir, so veit eg nú, hvussu liðið fer at síggja út í tí fyrsta dystinum, sigur Eriksson við Sky Sports.
Hann avdúkar ikki alt liðið, men miðvøllurin verður mannaður við David Beckham, Fram Lampard, Steven Gerrard og Joe Cole.
- Liðið er sterkari enn fyri fýra árum síðani, og vit hava fleiri royndir enn tá, sigur Eriksson.