Eriksson aftur í venjarastarvið

Sambært ensku sjónvarpsrásini Sky Sports hevur Manchester City sett svenska Sven-Göran Eriksson í starv sum nýggjan venjara. Sáttmálin er galdandi trý ár fram.

Undir liðina á sær fær hann helst hjálparvenjarin hjá svenska landsliðnum, Roland Andersson. Andersson váttar at hava tosað við fyrrverandi enska landsliðsvenjarin, men vil ikki geva fleiri viðmerkingar.