Eriksen vrakaði tilboð frá City

Júst sum italska blaðið Gazetta della Sport kunnger, at Manchester City skal hava Wesley Sneijder, frættist, at enska liðið hevur eisini roynt at fáa fatur á danska landsliðsleikaranum Christian Eriksen. Tann 19 ára gamli danin, sum spælir við niðurlendska Ajax, er miðvallarleikari eins og Sneijder.

 

-Tað er rætt, at vit fingu tilboð frá Manchester City, og hesum er Christian Eriksen stoltur av, tí talan er um eitt tað ríkasta felagið í heiminum. Men Christian tók ikki av, tí hann heldur ikki, at tað er rætt at skifta felag nú, sigur Martin Schoot, umboðsmaður hjá danska leikaranum, við bold.dk