Christian Eriksen small um við hjartasteðgi í dystinum móti Finnlandi í Parkini í Keypmannahavn tann 12. juni, men hann kom tíbetur skjótt fyri seg og hevur fingið eitt hjartatól at forða fyri, at hann skal smella um aftur.
Í gjár kom fram, at seks av teimum, sum arbeiddu upp á Christian Eriksen, tá ið hann small um í Parkini, eru boðin við til EM-finaluna sum gestir hjá UEFA, og í dag skrivar Reuters, at Christian Eriksen eisini er boðin til finaluna á Wembley í London sum serligur gestur hjá UEFA, uttan mun til um Danmark kemur í finaluna ella ikki.
Danski landsliðsleikarin varð innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum í nakrar dagar, men er síðan útskrivaður og hevur ikki verið alment frammi, síðani hendingina í Parkini. Óvist er eisini, hvussu verður við fótbóltsframtíðini hjá Christian Eriksen, sum er sáttmálabundin við italska meistarafelagið Inter.