Eftirskúlin Brúgvin í Skálavík tók fyrstu næmingarnar inn við skúlaársbyrjan í ár, har teir taka 10. flokk.
Erika Niclasen er skúlastjóri. Hon sigur, at skúlin hevur ikki verið raktur av koronu, hóast farsóttin hevur ávirkað skúlagongdina.
– Faktiskt hava vit verið ordiliga signað. Skúlin hevur ikki verið raktur, hvørki starvsfólk ella næmingar. Vit hava stórt sæð koyrt sum vanlig.
Spurd hvat næmingar kunnu vænta sær av skúlanum, sigur hon, at teir kunnu vænta sær eitt mega gott ár.
Hoyrið samrøðu, sum John Hammer hevði við Eriku Niclasen á FM1 í gjár.